Ymiskt
-
Innandura fótbóltur hvørt fríggjakvøld allan vetur
Fríggjadagin 6. november verður innandura fótbóltur aftur á skránni. Hetta hevur verið afturvendandi í Føroyingafelagnum og tað er altíð stórur áhugi fyri at møtast fríggjakvøld, spæla nakrar dystir og drekka eina øl saman aftaná. Í ár verður innandura fótbóltur í Nordgårdskolen-høllini í Brabrand, (Sigridsvej 46, 8220 Brabrand) útvald fríggjakvøld frá kl. 18.-20.00 (Tvs. Ikki hvørt fríggjakvøld). Kostnaðurin fyri at luttaka er 20kr. fyri ikki-limir, meðan limir gjalda 10 kr. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagar kl. 14.00 – Um minst 8 eru tilmeldaðir tá, so verður spælt.
-
Ruddingardagur/ hugnadagur í Áarstovu 24. oktobur
Einki føroyingahús uttan upprudding:) So komandi leygardag t. 24.oktobur kl. 14-18 (beint eftir føroyska barnaskúlan sum verður fra 10-14) verður ruddingardagur í Áarstovu. Hetta er við tí eygamáli at fáa húsið meira hugnaligt og arbeiðaravinarligt hjá okkara deiligu limum. Millum annað skulu hyllar setast upp, so vit kunnu fáa eitt “mini bókarsavn” og ruddast skal á kontórinum, depotinum og kjallaranum. Eisini hava vit brúk fyri fólki at gera skúla/sunnudagsskúlahølið og caféina meira hugnaliga! Alt hetta er tí vit ynskja at, bæði børn og vaksin, skulu kenna seg heima í Áarstovu, og kenna at hetta er eitt stað, tey hava hug at vera 🙂 So takið familjuna, konu/mann/sjeik/damu við undir armin…
-
Ræstkjøtaveitslan í Aarhus 28. november
So er hon her, tann stóra, sera vælumtókta, og altíð væleydnaða RÆSTKJØTAVEITSLAN 2015 Aftur í ár verður skipað fyri eini ræstkjøtaveitslu, og aftur í ár verður hon hildin í teimum sera góðu kørmunum, ið Vejlby-Risskov høllin hevur at bjóða. So setið kross í kalendaran leygardagin 28.november 2015 kl. 19 Tað ið eyðkennir veitsluna er sjálvsagt tað avbera góða og serkenda føroyska borðhaldið við tí góðu, vælkendu og vælsmakkandi røstu matskránni! Og so sjálvandi, at borðhaldið altíð er væl kryddrað við góðum skemti, væl sjungandi felagssangi, og ómetaliga góðum tónleiki. Eftir borðhaldið verður sjálvsagt farið uppá gólv, og kvøðið verður, so tað stendur eftir. Og seinni koma eisini okkara egnu føroysku…
-
Nýt Áarstovu sum lestrarpláss
Føroyingafelagið í Aarhus hevur nógv ymisk tiltøk gjøgnum dag, mánaðar og ár, og nú hevur felagið valt at leggja enn eitt tiltak afturat. Av tí at felagið hevur ógvuliga nógvar limir, ið á ein og annan hátt eru lesandi, verður nú skipað fyri, at Áarstova kann verða nýtt sum lestrarhøli í dagtímunum. Hølini eru sera væl egnað til tílíkt virksemi, har eru nógv og góð sitipláss, tráleyst internet, atgongd til wc og køk osv. Kaffi/te er altíð at fáa – hetta verður ókeypis, men høvi verður tó at lata nakrar krónur í ein sonevndan kaffikassa. Hetta tilboðið er fyri allar limir felagsins og er heilt ókeypis. Opið verður frá kl.…