Nevndin
Nevndin fyri Føroyingafelagið í Aarhus hevur evstu ábyrgd fyri felagið og fyri Áarstovu. Liminir velja nevndin á hvørjum ári í februar. Limirnir og virksemi hjá liminum eru ein avgerandi og týðandi part í felagnum, tí føroyingafelagið er eitt stórt virksemi, og virksemi hjá nevndini er sjálboðin arbeiði.
Formaður: Meinhardt Jacobsen
Meinhardt er úr Fuglafirði og hevur búð í Aarhus síðani hann sum heilt ungur fór niður at lesa á handilsháskúlanum.
Til dagliga starvast hann sum sjálvstøðugur KT mennari. Meinhardt er ein sannur lívsnjótari, og hansara vitan um mat, whiskey og specialøl er ótrúlig. Harafturat sæst tað, at Meinhardt er rættliga musikalskur, tí annar sonurin hjá honum hevur gjørt tónleik til sín yrkisleið.
Næstforkvinna: Tóra Dahl Haraldsen
Tóra er havnakvinna og hevur búð í Danmark síðani hon fór til Keypmannahavnar at lesa fólkaheilsufrøði. Seinni giftist hon við einum aarhusianari og kom, tíbetur, hendavegin yvir fjørðin.
Tóra hevur í nógv ár arbeit hjá Sundhedsstyrelsen, og nýtir nú lívið til fulla.
Tóra ger mat á gastronomiskum høgum støði – serliga fisk – og hon elskar at fara til góðar konsertir saman við manninum hjá sær.
Kasssameistari: Jógvan Pauli Lydersen
Jógvan Pauli er uppvaksin í Skals við Viborg. Hóast hann tosar eitt sindur hálvbrotið, so hoyrist tað væl, at foreldrini eru norðoyingar.
Sum tann yngsti í nevndini mugu vit gera vart við, at tað eru Klakksvíksdaman, Paulina Viðbjørg, og Fugloyingurin, Jógvan Lydersen, sum eiga hann.
Jógvan Pauli lesur økonomi á universitetinum.
Hann elskar at tosa um økonomi, seyð og at dansa føroyskan dans.