Ymiskt

Ræstkjøtaveitslan í Aarhus 28. november

So er hon her, tann stóra, sera vælumtókta, og altíð væleydnaða
RÆSTKJØTAVEITSLAN 2015

Aftur í ár verður skipað fyri eini ræstkjøtaveitslu, og aftur í ár verður hon hildin í teimum sera góðu kørmunum, ið Vejlby-Risskov høllin hevur at bjóða.
So setið kross í kalendaran leygardagin 28.november 2015 kl. 19

Tað ið eyðkennir veitsluna er sjálvsagt tað avbera góða og serkenda føroyska borðhaldið við tí góðu, vælkendu og vælsmakkandi røstu matskránni! Og so sjálvandi, at borðhaldið altíð er væl kryddrað við góðum skemti, væl sjungandi felagssangi, og ómetaliga góðum tónleiki.
Eftir borðhaldið verður sjálvsagt farið uppá gólv, og kvøðið verður, so tað stendur eftir. Og seinni koma eisini okkara egnu føroysku vælumtøktu, vælsyngjandi og vælsvingandi Teitband at syngja og spæla til tann ljósa morgun.
So takið mannin, konuna, dámuna, sjeikin ella vinfólkini undir armin og kom í veitsluhýri saman við øðrum veitslu-glaðum føroyingum her á leið.

Atgongumerkið fyri alla herligheitina kostar einans 250 kr
Eftir 1.novembur fer prísurin upp í 300 kr
Vit vilja minna á, at atgongumerkjasølan undanfarin ár hevur gingið ómetaliga væl, og av tí at tað einans er avmarkað pláss, er ofta útselt!

Gjaldast kann
við at gera flyting á konto hjá felagnum: Reg.nr. 6516. Kontonummar: 3050232742

Vinarliga viðmerkið navn og teldupost, tá goldið verður. Tilmelding er einans galdandi, tá goldið er. Tað er ikki nokk at melda seg til á Facebook.

NB: Keypt atgongumerki, ið onkursvegna ikki verða nýtt, kunnu ikki seljast víðari, men kunnu latast inn aftur til felagið, og peningurin verður tá latin aftur.

Við ræstkjøtakvøðu
Nevndin í Føroyingafelagnum

Kommentarer lukket til Ræstkjøtaveitslan í Aarhus 28. november