Ruddingardagur/ hugnadagur í Áarstovu 24. oktobur
Einki føroyingahús uttan upprudding:) So komandi leygardag t. 24.oktobur kl. 14-18 (beint eftir føroyska barnaskúlan sum verður fra 10-14) verður ruddingardagur í Áarstovu. Hetta er við tí eygamáli at fáa húsið meira hugnaligt og arbeiðaravinarligt hjá okkara deiligu limum. Millum annað skulu hyllar setast upp, so vit kunnu fáa eitt “mini bókarsavn” og ruddast skal á kontórinum, depotinum og kjallaranum. Eisini hava vit brúk fyri fólki at gera skúla/sunnudagsskúlahølið og caféina meira hugnaliga! Alt hetta er tí vit ynskja at, bæði børn og vaksin, skulu kenna seg heima í Áarstovu, og kenna at hetta er eitt stað, tey hava hug at vera 🙂
So takið familjuna, konu/mann/sjeik/damu við undir armin og rættið eina hjálpandi hond fyri Áarstovu og Føroyingafelagið leygardagin 🙂 Øll eru hjartaliga vælkomin! Afturfyri bjóðar felagið hjálparfólkunum okkurt gott at sløkkja tostan við.
Stað: Hermodsvej 3A, Åbyhøj.
Vinarliga,
Føroyingafelagið í Aarhus